Bilasølur fáa ikki skrásett bilar

bannari
13.03.2020 - 15:36
InnlendisVinna
Bilasølur fáa ikki skrásett bilar
Akstovan hevur stongt avgreiðsluna til tess at fyribyrgja coronasmittu, men tað kemur dátt við hjá bilasølunum

Akstovan hevur í dag stongt avgreiðsluna til tess at byrgja fyri coronasmittu. Tað kemur dátt við hjá bilasølunum, sum ikki fáa skrásett nýggju bilarnar.

- Tað átti at borið til at avgreiða nýggjar skrásetingar - uttan at seta starvsfólk í smittuvanda, heldur Rúni Djurhuus, stjóri í P/f Wenzel.

Vit ætlaðu at spyrja Akstovuna um avgerðina at steinga virksemið, men avgreiðslan stongdi klokkan tvey í dag.

Tað hevur heldur ikki eydnast okkum at fáa fatur á stjóranum á Akstovuni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781