Heilusverkið kann verða overvað

bannari
Heilusverkið kann verða overvað
Forsætisráðharrin í Bretlandi sigur, at heilsuverkið í landinum kann verða óvervað, um fólkið ikki tekur ávaringarnar í álvara
 
22.03.2020 - 10:32

Forsætisráðharrin í Bretlandi ávarar fólk ímóti at vitja hvønn annan, nú mammudagur er í landinum.

Boris Johnson sigur, at bretska heilsuverkið er í vanda fyri at verða overvað, um bretska fólkið ikki tekur ávaringarnar í álvara og ger sítt til,at tálma smittubreiðsluni av koronavirusinum, skrivar BBC.

Leygardagin vóru 233 fólk deyð av virusinum, og meir enn 5000 tilburðir vóru staðfestir. 

Heilsuverkið fer at senda brøv til 1,5 milliónir fólk, sum eru í vandabólkinum.

Hesi fáa at vita, at tey skulu ikki fara út yvirhøvur næstu 12 vikurnar fyri at verja seg sjálvi, sigur stjórnin. 

Millum hesi eru fólk, sum hava cystiska fibrosu og tey, sum hava blóð- ella beinmergskrabba. 

Smittan breiðir seg skjótt

Gjárkvøldið segði Boris Johnson, at tølini síggja ikki gott út, og at smittan tekur alt meir dik á seg. 

 - Italia hevur eitt sera gott heilsuverk, men teirra læknar og sjúkrarøktarfrøðingar hava ongan møguleika at fylgja eftirspurninginum, segði Boris Johnson. 

 - Deyðstølini í Italia eru nú fleiri túsund, og tey veksa skjótt. Um vit ikki gera ein felagsinnsats fyri at steðga útbreiðsluni, er sannlíkt, at okkara heilsuverk verður overvað á sama hátt sum í Italia, segði forsætisráðharrin. 

Bretland er bert tvær ella tríggjar aftanfyri Italia, segði Boris Johnson, og legði afturat, at hann er varugur við, at tiltøkini, sum stjórnin hevur sett í verk, ongantíð eru sæð áður, hvørki í friðar- ella krígstíð, men at tey eru lívsneyðug.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985