- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

– Ein lætti, at eg ikki havi smittað onnur
18-03-2020
Kaj Skipanes, sum er fyrsti føroyingur, ið hevur fingið staðfest COVID-19, er nú frískur aftur
Tað var 29. februar, at Kaj Skipanes fekk staðfest koronasmittuna, og síðani tað hava hann og familjan verið í sóttarhaldi.
18 onnur vórðu sett í sóttarhald, eftir at tað varð staðfest, at Kaj Skipanes varð blivin smittaður.
Tey vórðu øll eisini sett í sóttarhald, og ongin teirra hevur havt sjúkueyðkenni.
– Tað er ein lætti at vita, at eg ikki havi smittað onnur, sigur ein fegin Kaj Skipanes.
Tey hava havt tað gott allatíðina, og tað segði Kaj eisini í samrøðu við útvarpið 4. mars.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Listasavnið hevur reisigildi. Og nýggj bók um at liva millum heimar.
27-11-2026
Barnabati stuðulskonsert, Hitt gandaða lyklaholið, fótbóltsdystir millum Kambsdal - Glasir
20-11-2026