- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ongin niðurstøða út frá nýggjastu tølunum
18.03.2020 - 13:15
Innlendis
Ongin niðurstøða út frá nýggjastu tølunum
Enn er ov tíðliga til at gera nakra niðurstøðu út frá talinum av smittaðum seinastu dagarnar, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni

58 staðfestir tilburðir eru nú av koronavirusinum í Føroyum.
Tað upplýsti Lars Fodgaard Møller, landslækni, í morgun.
Tað vil siga, at 11 nýggir tilburðir eru staðfestir síðan í gjár.
Í gjár vóru 19 nýggir tilburðir staðfestir, meðan 15 vórðu staðfestir fyrradagin.
Landslæknin heldur ikki, at nøkur niðurstøða kann gerast út frá nýggjastu tølunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV













