Námsfrøðingar hjálpa til á eldraøkinum

bannari
21.03.2020 - 14:04
InnlendisSamfelag
Námsfrøðingar hjálpa til á eldraøkinum
Námsfrøðingar, sum arbeiða á dagstovnaøkinum, standa nú til reiðar at fara til arbeiðis á eldraøkinum
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum

Námsfrøðingar, sum arbeiða á dagstovnaøkinum, standa nú til reiðar at fara til arbeiðis á eldraøkinum, skuldi tørvur verið á arbeiðsmegi har.

Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið skrivaðu undir avtalu um tað í gjár.

Pedagogfelagið upplýsir, at avtalan inniber, at starvsfólk sum átaka sær vaktir ella uppgávur á eldraøkinum, fáa sína vanligu løn. Um tey arbeiða meira enn teirra verandi setan, eru vanligu sáttmálatreytirnar galdandi, um meirtíð ella yvirtíð. Gjøldini fyri ólagaliga arbeiðstíð skulu eisini veitast, umframt at arbeiðstíðaravtalan við Fíggjarmálaráðið eisini er galdandi fyri tey.

Sambært Jógvani Philbrow, formanni í Pedagogfelagnum, er talan um eina sjálvbodna skipan. Tað vil siga, at fólk kunnu siga nei, um tað av einhvørjari orsøki ikki ber til hjá teimum at fara til arbeiðis á eldraøkinum.

Hoyr samrøðu við at trýsta á pílin undir myndini.

 

 
Er kopiera

Sí eisini

28.03.20
106913
28.03.20
106902
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360