Reinari luft í Danmark

bannari
Reinari luft í Danmark
Mátingar vísa, at luftin er 40 prosent reinari, enn hon var undan koronakreppuni
Luft í Danmark er vorðin 40 prosent seinastu tíðina
 
28.03.2020 - 12:06

Luftin í Danmark er nógv reinari nú, enn hon var undan átøkunum ímóti korona-virusinum.

Tað vísir ein kanning sum Nationalt Center for Miljø og Energi á Aarhus universiteti hevur gjørt.

Kanningin er gjørd í viku 12, sum var fyrsta vikan, at átøkini vórðu sett í verk.

Mátað í fýra stórum býum

Mátitól vórðu sett upp í Keypmannahavn, Århus, Odense og í Ålborg, og tey vísa øll, at luftin er 40 prosent reinari enn hon var undan átøkunum.

Ein av granskarunum, Ole Hertel, sigur, at tey fara at halda fram at kanna, hvussu útlátið kann minkast, og ein háttur er, at nógv fleiri fara at nýta el-bilar, ella at nýta almennu flutningsskipanina

Granskararnir fara eisini at kanna, hvørja ávirkan reinari luft hevur á fólk og fæ, tí metingar vísa, at umleið 4.000 fólk doyggja um árið av dálkaðu luftini, sigur Ole Hertel.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423