Vónleyst at meta um 2020

bannari
21.03.2020 - 12:56
Innlendis›Vinna
Vónleyst at meta um 2020
Tað sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, sum útsetir aðalfundin og umhugsar vinningsbýtið av nýggjum
Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik

Upprunaliga væntaði BankNordik millum 100 og 150 milliónir krónur í nettoúrsliti fyri í ár. Men henda meting er fyribils strikað, sigur bankin, nú aðalfundurin er útsettur fyribils vegna koronasmittuna.

Tað er serliga ferðavinnan og avleiddu vinnurnar av henni, ið merkja smeitin av korona-smittuni. Men minni virksemi vil eisini merkja færri pengar hjá húsarhaldunum. Og tí fegnast Árni Ellefsen um hjálparpakkan hjá landsstýrinum, har fólk fáa pengar frá ALS, um teirra arbeiði verður rakt av korona-kreppuni.

Tá BankNordik í gjár boðaði frá, at aðalfundurin - sum skuldi vera 26. mars - fyribils er útsettur, heilt einfalt tí at tað ikki er ráðiligt at savna so nógv fólk á einum stað - var spurningurin um vinningsbýti eisini nevndur.

Í upprunaligu innkallingini til aðalfundin stóð, at BankNordik ætlar at lata 67,2 milliónir í vinningsbýti, sjey krónur fyri partabrævið.

Í fráboðanini í gjár stendur, at nevndin nú fer at viðgera vinningsbýtið fyri 2019 av nýggjum við støði í fíggjarligu støðuni og útlitunum fyri framtíðina.

Hoyr samrøðu við Árna Ellefsen við at trýsta á pílin undir myndini.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328