Barnalækni: Foreldur skulu ikki stúra

bannari
22.03.2020 - 15:58
InnlendisHeilsa
Barnalækni: Foreldur skulu ikki stúra
Nógv bendir á, at smábørn ikki gerast eins sjúk og vaksin av koronavirusinum

Smábørn kunnu - eins og vaksin - verða smittað av koronavirusinum, men nógv bendir á, at tey ikki gerast ein sjúk av tí.

Tað sigur virkandi landslækni og barnalækni, Tim Volmer Jensen.

 - Tað sær tíbetur út til, at børnini hava lutfalsliga lættari sjúkugongd enn vaksin, og ofta eru tey frískt eftir eina viku, sigur Tim Volmer Jensen.

Hann sigur, at tey føroysku børnini, sum hava fingið staðfest koronavirusið higartil, eru øll sloppin lutfalsliga væl frá tí.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454