Yvirlitstroling: Nógvur toskur á Føroyabanka

26.03.2020 - 16:21
InnlendisVinna
Yvirlitstroling: Nógvur toskur á Føroyabanka
Petur Steingrund, fiskifrøðingur, vil tó hava fleiri kanningar gjørdar, áðrenn tað kann staðfestast, at stovnurin er komin fyri seg aftur
Magnus Heinason gjørdi 17 góð hál á bankanum
Mynd: Havstovan  

Ábendingar eru um, at toskurin á Føroyabanka er komin fyri seg aftur.

Magnus Heinason gjørdi herfyri 17 hál á bankanum, sum hvørt vardi ein tíma. Nøgdin av stórum og feitum toski var góð, meira enn 24.000 pund.

Petur Steingrund, fiskifrøðingur, letur eisini væl at, men hann heldur, at neyðugt er við fleiri kanningum, áðrenn tað kann staðfestast, at toskastovnurin veruliga er komin fyri seg aftur.

Hoyr samrøðu, sum Sigmar Bláberg gjørdi við Petur Steingrund, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444