Munandi færri fráferðir

05.04.2020 - 16:21
InnlendisVinna
Munandi færri fráferðir
Vanliga hevur Atlantic Airways úr at gera í samband við páskahøgtíðina, men komandi viku eru einans tríggjar fráferðir

Tað er munandi friðarligari á flogvøllinum í hesum døgum enn tað vanliga plagar at vera um páskini.

Korona-farsóttin hevur nevniliga steðga meginpartin av flogferðsluni í heiminum. Og tað merkist eisini hjá Atlantic Airways, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri.

- Vit hava sjálvandi hugt eftir tølunum. Tey kunnu als ikki samanberast. Tí vit hava vanliga kanska eini tretivu flogfør, ið koma til Føroyar, og tretivu, ið fara úr Føroyum. Nú hava vit trý, og tey trý eru als ikki full. So hetta eru heilt, heilt onnur tøl, ið vit tosa um nú, sigur Jóhanna á  Bergi, stjóri í Atlantic Airways. 

Stjórin í Atlantic Airways upplýsir eisini, at tey flestu sum flúgva millum londini í hesum døgum eru heilsustarvsfólk, sjúklingar og arbeiðsfólk. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. desember
Morgunlestur týsdagur 16.desember 2025
200535
Mánadag 15. desember
Við Tórði á jólatúri
201550
Mánadag 15. desember
RagnarRokk: Junior Bourcier um Atomik Train
201536
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552
Mánadag 15. desember
Vigdís 3:4 - teknmálstulkað
201549
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480