- Tíðindi, mentan og ítróttur
Onki fult lønarískoyti
10.04.2020 - 17:24
Innlendis›Politikkur
Onki fult lønarískoyti
Landstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum tekur ikki undir við at seta á stovn eina lønarískoytisskipan aftrat ALS.

- Eg haldi meg til tað sum stýrið í ALS sigur, og tað er 20.000 krónur. Tað sigur Helgi Abrahamsen í aftursvarið til Sonju Jógvansdóttir, sum fyrr í dag heitti á landstýrið, um at seta eina skipan í verk, sum kann veita fult lønarendurgjald til fólk á privata arbeiðsmarknaðinum.
Landstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum tekur sostatt ikki undir við, at landið setur eina lønarendurgjaldsskipan á stovn aftrat ALS.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV












