- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin

Fyrsti Málteigurin eftir korunu-steðgin snýr seg næstan bara um orð og orðingar, sum hava verið frammi hesa tíðina, meðan ferðin í samfelagnum hevur verið í botni.
Eitt tað fyrsta málsliga kjakið, sum tók seg upp, var, hvussu korona skuldi stavast. Við k ella c. Málráðið boðaði frá, at tað altíð hevur verið stavað við k og eigur tí framhaldandi at verða stavað við k.
- Kjakið kann tykjast týdningarleyst, tá tað verður sett saman við álvarsomu støðuna, men her er ikki talan um eina broyting í stavseting. Korona er elligamalt orð, sum altíð hevur verið stavað við k, sigur Elin Henriksen, málkøn.
Men tað vóru mong onnur málslig fyribrigdi, sum komu fram ella framaftur, og nøkur av teimum, sum eru til viðgerðar í sendingini, eru:
At skýggja
Fjarundirvísing og heimaundirvísing.
At arbeiða heimanífrá, arbeiða heima ella við hús.
At lata samfelagið upp ella opna samfelagið.
At hamstra.
Ein nýggj orðing, sum er nógv brúkt, er: at sita heima og ko-ronast.
- Tað er rættiliga vanligt, at vit á føroyskum kunnu gera sagnorð burtur úr navnorðum við at leggja endingina -ast afturat, sigur Elin Henriksen, og vísir á dømi sum gron - at gronast, smíl - at smílast, stákan - at stákast, gleði - at gleðast.
Og eisini nýggj orð, har ikki øll festa røtur: omma - at ommast, telda - at teldast.

Málteigurin
Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd.
Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.


