– Summi fáa varandi mein

bannari
26.04.2020 - 15:58
Innlendis›Heilsa
– Summi fáa varandi mein
Summi av teimum, sum hava verið álvarsliga sjúk, fáa varandi mein av koronu, sigur landslæknin

Hvørjar fylgisjúkur og varandi mein kunnu standast av at hava havt koronusmittuna. Tað er spurningurin, sum læknavísindin enn ikki kann geva eina heildarmynd av. Men seinastu vikurnar eru alsamt fleiri fylgisjúkur staðfestar hjá fleiri sjúklingum, sum hava havt koronu.

Danski miðilin Berlingske skrivaði í gjár, at á Ríkissjúkrahúsinunm eru læknar ørkymlaðir um, at tað eru fleiri sjúklingar, sum til dømis vaknaðu eftir at hava yvirlivað koronu, sum hava tekin um heilaskaða.

Lars Fodgaard Møller, landslækni í Føroyum, sigur í dag, at tað eru fleiri dømi um, at tey, sum hava verið hart rakt av koronusmittuni, fáa varandi lungatrupulleikar. Men enn er ov tíðliga at siga, um langtíðaravleiðingar kunnu vera av koronusmittuni.

Lars Fodgaard Møller vísir eisini á, at tað eru eingir føroyingar, sum hava verið álvarsliga sjúkir av koronu, og tí veit hann ikki um, at nakar hevur fingið fylgisjúkur ella varandi mein av koronu her á landi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328