- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dagstovnar: Ymiskt frá kommunu til kommunu

Tað stendur øllum foreldrum í Sunda Kommunu í boði at fáa børnini á stovn, um tey ynskja tað.
Tað er annars ymiskt, hvussu kommunurnar í landinum hava latið dagstovnaøkið upp aftur. Í Tórshavnar Kommunu ber ikki til hjá øllum at fáa barnaansing, orskað av teimum fyrivarnum, ið verða tikin fyri koronasmittuni. Í útvarpstíðindunum í gjár hoyrdu vit um Mariu Winther Olsen, ið hevði væntað at fáa ein vanligan gerandisdag aftur; men sum kortini fekk boð um, at tað var fult, og tí fekk hon bert barnið hjá sær á stovn nakrar ávísar dagar.
Slík boð skulu foreldur í Sunda Kommunu kortini ikki vænta sær, tí har hava tey lagt eina greiða ætlan saman við koronaráðgevingini. Og málið hjá kommununi er púra greitt. Øll skulu hava møguleika at fáa børnini ansað. Í Tórshavnar Kommunu hava 60 prosent av teimum, sum vanliga hava børnini á stovni, boðað frá, at tey ætla sær at senda børnini á stovn hesa vikuna, og hetta er sambært trivnaðarstjóranum ein rættiliga stór avbjóðing hjá kommununi.
Hoyr innslag frá útvarpstíðindunum í dag, við at trýst á pílin undir myndini.












