- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nuuk letur uppaftur
26.04.2020 - 16:38
Útheimurin
Nuuk letur uppaftur
Grønlendski høvuðsstaðurin, Nuuk, lat í gjár upp aftur. Men kreppuráðið í Grønlandi varð sjálvt rakt av korona og fekk stórar avbjóðingar.

savnsmynd
Handlar, matstovur, venjingarmiðstøðir, kaffistovur, ølstovur og frisørar sluppu øll at lata upp aftur frá í gjáramorgunin klokkan 8.
Tó skulu fólk ikki hittast í bólkum á fleiri enn 100 fólk, og á matstovum, barrum og líknandi skal talið á gestum ikki vera hægri enn helvtin av tí, sum hølini annars eru góðkend til.
Grønland fór veruliga niður í ferð eina viku eftir, at Føroyar gjørdu tað. Men tá avgerðin varð tikin tann 18. mars, vóru tiltøkini strangari enn í Føroyum. Millum annað bleiv Nuuk avbyrgdur frá umheiminum.
Føroyingurin, Rógvi Finnson Johansen, er vegna grønlendska Heilsumálaráðið partur av grønlendska kreppuráðnum. Grønledska tilbúgvingin fekk brádliga rættiliga stórar avbjóðingar, tá koronasmittan rakti sjálvan kreppubólkin.
Hoyr longri samrøðu við Rógva Finnson Johansen við at trýsta á pílin á myndini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV












