- Tíðindi, mentan og ítróttur
Prísurin styggir føroysk ferðafólk
28.04.2020 - 16:12
Innlendis›Vinna
Prísurin styggir føroysk ferðafólk
Oda Andreasen, sum rekur ferðavinnu í Mykinesi, vil hava myndugleikarnar at lækka ferðaseðlaprísin, nú siglingin byrjar 1. mai
Tað er so dýrt at ferðast til og úr Mykinesi, at tey, sum reka ferðavinnu í oynni, stúra fyri, at ferðafólk heldur fara at vitja aðrar oyggjar í landinum í summar.
Tað kemur illa við hjá teimum, sum reka ferðavinnu í Mykinesi, tí vandi er fyri, at eingi útlendsk ferðafólk koma í summar, og tí verður kapping um føroysku ferðafólkini.
Tað kostar fleiri ferðir meira at ferðast til Mykines, enn til aðrar oyggjar í Føroyum, sigur Oda Andreasen, sum rekur ferðavinnu í Mykinesi um summarið.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV