- Tíðindi, mentan og ítróttur
Johannes vónar at fáa gestir á KOKS í heyst
03.05.2020 - 12:43
Innlendis›Samfelag
Johannes vónar at fáa gestir á KOKS í heyst
-Vit hava framvegis bíleggingar, og høvdu vit ikki havt greiðu tilmælini um sóttarhald, so vænti eg at fólk høvdu komið á KOKS at eta, sigur stjórin

Johannes Jensen hevur vónir um fult hús á Michelin matstovuni KOKS í heyst
Ferðavinnan er tódnað niður í at kalla einki, og eisini Gist & Vist repar seglini. Men flaggskipið hjá samtakinum, Michelin matstovan KOKS, hevur tó framvegis bíleggingar.
-Vit vóna at fáa eina fulla matstovu aftur í heyst, sigur Johannes Jensen um útlitini fyri KOKS.
Sambært stjóranum eru framvegis nógvar bíleggingar á KOKS. Johannes Jensen er eisini sannførdur um, at høvdu vit ikki greiðu tilmælini um 14 daga sóttarhald, so høvdu útlendskir gestir vitjað KOKS í hesum døgum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV












