Óvist um vit fáa eina koronasmittu aftrat

bannari
12.05.2020 - 15:25
Innlendis›Heilsa
Óvist um vit fáa eina koronasmittu aftrat
So leingi einki koppingarevni er funnið, skulu vit vera ansin og hava greiða strategi, sigur Bjarni á Steig, ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum
Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum

Heldur ikki seinasta samdøgrið er nakar smittaður av korona, og spurningurin er nú, um koronasmittan er niðurbard í Føroyum, ella vit skulu vænta, at hon kemur aftur

Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðhevi hjá Heilsumálaráðnum, sigur, at tað ber ikki til at siga enn.

Hann vísir á, at í Suðurkorea skuldi bara ein smittutilburður til, at alt samfelagið varð latið aftur eina ferð aftrat.

Bjarni á Steig heldur, at so leingi einki koppingarevni er funnið móti korona, eiga vit at vera ansin og hava greiða strategi. Og tað kann vera, at alt hetta árið gongur, sigur hann.

Hoyr samrøðu, sum Sigrún H. Brend gjørdi við Bjarna á Steig í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723