Nýggj skipan um sendifólk kemur í heyst

20.05.2020 - 13:31
Innlendis›Politikkur
Nýggj skipan um sendifólk kemur í heyst
Fyrsta sendifólkið, sum verður sett eftir henni, verður sendifólkið í Ísrael, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.
Jenis av Rana er landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

Kate Sanderson og Halla Nolsøe Poulsen, sum nú eru settar sum sendikvinnur, eru seinastu sendifólkini, sum eru sett eftir verandi skipan.

Ein nýggj skipan er á veg. Og fyrsta sendifólkið, sum verður sett eftir henni, verður sendifólkið í Ísrael, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Higartil eru embætisfólk í uttanríkistænastuni sett í størvini sum sendifólk.

Og tá tey eru liðug sum sendifólk, fara tey aftur í uttanríkistænastuna við teirri vitan og teimum royndum, tey fingu sum sendifólk.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723