Eiga at samstarva betur um ung við trupulleikum

22.05.2020 - 15:48
Innlendis›Politikkur
Eiga at samstarva betur um ung við trupulleikum
Stjórin í Almannaverkinum viðgongur, at samstarvið hevur ikki verið nóg gott
Edvard Heen er stjóri í Almannaverkinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Spurningurin um samstarv millum ymsar almennar stovnar varð viðgjørdur í tinginum mikudagin, tá Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, setti Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu, ein munnligan fyrispurning um málið.

Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, viðgongur, at samstarvið millum ymsu partarnar, sum skulu taka sær av ungum, ið hava trupulleikar, er ikki nóg gott.

Landið hevur ábyrgdina av summum stovnum, og kommunurnar hava ábyrgdina av øðrum.

Edvard Heen skilir atfinningarnar. Hann vísir á, at í fjør skipaði Almannaverkið fyri ráðstevnu um hetta evnið, og tá var niðurstøðan greið.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723