Fangaður umborð á tangaskipi

bannari
23.05.2020 - 15:03
InnlendisSamfelag
Fangaður umborð á tangaskipi
Conrad Gaard Joensen skuldi vera burtur í átta vikur, men higartil hevur hann verið umborð í 19 vikur, tí ikki ber til at skifta manning

Vanliga er Conrad Gaard Joensen, sum er maskinmeistari umborð á tangaskipainum Laprouse hjá DS Norden, burturi í átta vikur. Men hesin túrurin hevur higartil vart í 19 vikur.

Orsøkin er, at tað ber ikki til at skifta manning, tí nýggj manning sleppur ikki inn í nakað av londunum, har skipið kemur. Hetta er nakað, ið merkist á huglagnum umborð.

Serligu umstøðurnar seta serlig krøv til yvirmennirnar, harímillum Conrad Gaard Joensen.

Ikki haldbært

Støðan er ikki serliga haldbær í longdini. Men Conrad Gaard Joensen veit ikki at siga nær hann ella aðrir av manningini sleppa í land.

Laprouse er í løtuni statt miðskeiðis ímillum Korea og Fiji oyggjarnar og væntast at koma til Fiji hósdagin. Conrad Gaard Joensen sigur, at tað er ongin trupulleiki at fáa proviant og eykalutir umborð.

Men manningin sleppur ikki í land og onnur sleppa ikki umborð. Conrad Gaard Joensen er einasti føroyingurin umborð. Hinir av manningini eru danir, indarar og filipinar.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860