Dýrari at útflyta laks

bannari
26.05.2020 - 16:02
Innlendis›Samfelag
Dýrari at útflyta laks
Bakkafrost merkir enn avleiðingarnar av koronakreppuni. Sølan av laksi er truplari og dýrari
Útflutningurin hjá Bakkafrosti fer helvt um helvt við flogfari og skipi

Bakkafrost hevur enn trupulleikar av at útflyta laks, tí tað eru færri flogfør út í heim, orsakað av koronakreppuni.

Tað er serliga kostnaðurin, sum er broyttur, sigur Símun Jacobsen, deildarleiðari á søludeildini hjá Bakkafrosti.

Bakkafrost flytur umleið helvtina av laksinum við flogfari og hina helvtina við skipi.

Í Evropa er eingin trupulleiki, og í Kina er støðan meira ella minni vanlig aftur, men trupulleikar eru enn við útflutninginum til onnur lond í Asia og í Amerika.

Hóast korona hevur gjørt útflutningin hjá Bakkafrosti truplan, er fyritøkan ikki so ávirkað, sum so nógvar aðrar fyritøkur hava verið seinastu mánaðirnar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723