Dýrari at taka pening út

03.06.2020 - 10:33
Innlendis›Pengar
Dýrari at taka pening út
Allar sjálvtøkurnar hjá Betri geva hall
Nú er vorðið dýrari at taka pengar út í sjálvtøkunum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Betri Banki hevur hækkað ómaksgjaldið fyri at taka pening úr sjálvtøkum, úr fimm krónum upp í átta krónur.

Allar sjálvtøkurnar hjá bankanum geva hall, sigur Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka.

Hin stóri føroyski bankin, BankNordik, hækkaði 1. mars í ár síni ómaksgjøld fyri at taka pening út upp í ávikavist tvær krónur fyri sjálvtøkur hjá BankNordik og fimm krónur fyri sjálvtøkur hjá øðrum peningastovnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723