Landskassin sleppur helst undan at rinda ferðsluveðhald í ár

Landskassin sleppur helst undan at rinda ferðsluveðhald í ár
Fyrra hálvár koyrdu umleið ein millión og 150.000 akfør í Eysturoyartunlinum og 186.000 í Sandoyartunlinum
Fyrra hálvár koyrdu 186.000 akfør í Sandoyartunlinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.07.2025 - 08:57

Ferðslan í Eysturoyar- og Sandoyartunlum er vaksin so nógv, at stjórin í felagnum væntar, at veðhaldið, sum landskassin læt felagnum í sambandi við fíggingina av tunlunum báðum, verður ikki effektivt.

Tað merkir, at landskassin sleppur undan at gjalda felagnum pengar.

 

 

Teitur Samuelsen er stjóri í tunnilsfelagnum. 

 

Fyrstu seks mánaðirnar í ár var ferðslan í Eysturoyartunlinum umleið eina millión og 150.000 akfør, og í Sandoyartunlinum  koyrdu 186.000 akfør.

Tað gevur eina miðalferðslu uppá 6.360 bilar í Eysturoyartunlinum og góðar 1.000 bilar í Sandoyartunlinum um samdøgrið.

Hoyr samrøðu við Teit Samuelsen, stjóra í tunnilsfelagnum, í útvarpstíðindunum: 

 

25072025_Teitur_Samuelsen

 

Veðhaldið hjá landskassanum heldur fram, til lánið er afturgoldið við árslok í 2040.

Fyrstu árini rindaði landskassin 141 milliónir krónur í veðhaldi. Í ár eru 12 milliónir settar av, sum eru fyri seinna hálvár í fjør.

Tað er ikki bara í Eystur- og Sandoyartunlum, at ferðslan er vaksin í ár, men eisini í Vágatunlinum og Norðyatunlinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375