Ikki vist, at Jørgen góðtekur lønarsáttmálan

04.06.2020 - 11:46
Innlendis›Samfelag
Ikki vist, at Jørgen góðtekur lønarsáttmálan
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skal góðkenna sáttmálan, sum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hava gjørt
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, skal góðkenna sáttmálan millum KAF og Starvsmannafelagið

Tað er ikki vist, at Jørgen Niclasen, landsstýrsmaður í fíggjarmálum, fer at góðkenna nýggja lønarsáttmálan, sum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið skrivaðu undir í gjár.

Bæði Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið eru nøgd við sáttmálan, men Jørgen Niclasen heldur, at fer at kosta ov nógv.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann fer at lesa allan sáttmálan, áðrenn hann tekur endaliga støðu.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717