Kunnu ikki draga negativa rentu frá

Kunnu ikki draga negativa rentu frá
Eingin heimild er í skattalógunum at loyva frádrátti fyri negativa rentu, sigur Taks
Vinnan kann draga útreiðslur frá, sum hon brúkar til at vinna pening, men negativa rentan er ikki ein slík útreiðsla, sigur Taks
 
23.12.2020 - 15:14

Negativ renta kann ikki dragast frá í skattinum, hvørki hjá vinnuni ella hjá fólki.

Soleiðis tulkar Taks lógirnar. Eingin heimild er í skattalógunum at loyva frádrátti fyri negativa rentu.   

Longu í januar spurdi Taks Fíggjarmálaráðið, hvussu negativa rentan skal umsitast.

Svar er ikki komið haðani.

Men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at eingin slík broyting í skattalógunum er á veg.

Vinnan kann draga útreiðslur frá, sum hon brúkar til at vinna pening.

Negativa rentan er ikki ein slík útreiðsla, sambært tulkingini hjá Taks.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717