TAKS ger ikki meira við Eik-málið

04.06.2020 - 10:49
InnlendisSamfelag
TAKS ger ikki meira við Eik-málið
Tá Taks hevði sæð uppskotið um avgerðina, sum fútin fór at taka, boðaði TAKS frá, at farið verður ikki víðari
Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS

TAKS ger ikki meira við málið um frádráttin hjá táverandi Eik Banka, eftir at fútin nú hevur valt at gevast við at kanna málið.Tað sigur Eyðun Mørkøre, stjóri.

Tá TAKS hevði sæð uppskotið um avgerðina, sum fútin fór at taka, boðaði TAKS frá, at farið verður ikki víðari við málinum.

Meldað í 2017

TAKS meldaði annars táverandi Eik Banka til løgregluna í 2017. Hetta hendi eftir, at løgfrøðingurin Bárður Larsen hevði kannað, hvat fór fram í sambandi við viðgerðina av sjálvuppgávuni hjá bankanum fyri árið 2011.

Illgruni var um, at bankin møguliga hevði brotið grein 139 í skattalógini um undandrátt í sambandi við frádráttin upp á 477 milliónir krónur. Bárður Larsen, løgfrøðingur, mælti til at melda málið til fútan.

Sambært Eyðuni Mørkøre, stjóra í TAKS, so er TAKS samt við fútan um, at tað verður trupult at prógva, at nakað revsivert er farið fram í Eik-málinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV