Koronatest á Frúutrøð

16.06.2020 - 18:33
InnlendisSamfelag
Koronatest á Frúutrøð
Fleiri starvsfólk á eldraøkinum í Tórshavnar Kommunu verða kannað fyri korona hvørja viku
Ingun Eidesgaard, eindarleiðari á heilsu- og umsorgarnartænastuni í Tórshavnar Kommunu, kannar síni starvsfólk fyri korona. Í dag vórðu 45 royndir gjørdar

Í gomlu kommunulæknaviðtaluni á Frúutrøð í Havn verða korona-royndir gjørdar ídag. Tað eru starvsfólk, sum arbeiða innan eldraøkið í Tórshavnar Kommunu, sum skulu potast.

Talan er um eina fyribils skipan, sum nú gongur á triðju viku.

Ingun Eidesgaard, eindarleiðari á heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar Kommunu, óttast at verjugarðarnir kring tey eldru og veiku í samfelagnum - sum síðstu vikurnar eru lækkaðir í tráð við at smittuvandin fór úr samfelagnum - nú skulu lagast uppaftur.

Óttin kemst av, at landamørkini eru latin upp, uttan at øll verða kannað fyri korona við markið.

Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, og Naina Túgvustein, dygdarmennari í Heilsu- og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar Kommunu, vitjaðu á Breddanum ídag. Tey tosaðu um verjugarðin, sum nú skal laðast um tey eldru og veiku. Sendingin er at finna á breddanum til høgru.
 


 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659