Føroyar lata eisini upp fyri Evropa

18.06.2020 - 13:07
InnlendisPolitikkur
Føroyar lata eisini upp fyri Evropa
Danmark hevur gjørt av at lata upp fyri øllum londum í Evropa uttan Svøríki og Portugal, og vit gera tað sama, sigur løgmaður
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

27. juni fer Danmark at lata upp fyri mest sum øllum londum í Evropa.

Einastu undantøkini, sum støðan er júst nú, eru Svøríki og Portugal.

Latið verður upp fyri teimum londum, har smittutrýstið er lítið, boðaði uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, frá fyrrapartin.

Yvirskipaða treytin í upplatingini er, at latið verður upp fyri teimum londum, sum hava færri enn 20 smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Portugal er á markinum - sum støðan er í Portugal nú eru 20,2 fólk smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar

Í Svøríki eru munandi fleiri. Har eru 75,7 fólk smittaði fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Nú Danmark letur meira upp fyri londum í Evropa, fara Føroyar at gera tað sama.

Hoyr samrøðu við Bárð á Steig Nielsen, løgmann, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815