Korruptión ella tryggir karmar

23.06.2020 - 17:59
InnlendisPolitikkur
Korruptión ella tryggir karmar
Sjófeingislógin og skattalógin fáa sera ymisk skotsmál undan viðgerðini í løgtinginum í morgin
Christian Andreasen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi

Broytingarnar í sjófeingislógini og lógaruppskotið um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum eru til 2.viðgerð í løgtinginum í morgin.

Skattalógin skal áseta serskatt á keyp og sølu av veiðirættindum. Í álitinum frá samgonguni í fíggjarnevndini stendur, at umframt vanliga skattin, skal ein serskattur uppá 50% takast av søluvinninginum tá eitt felag selur og 35% tá ein persónur selur. Tá eitt felag selur skal tað eisini sleppa at draga eina upphædd frá í skatti, sum svarar til 18% av nettovinninginum frá søluni.

Hitt lógaruppskotið, verður tað samtykt, hevur millum annað við sær, at endaligar avhendingar av veiðirættindum verða loyvdar.

- Ein skipan, sum saman við 12 ára rullandi loyvunum, sum var samtykt á jólum, endaliga einskilir fólksins ogn á sjónum, sigur andstøðan.

- Ein skipan, sum loksins gevur fiskivinnuni tryggar karmar, sigur samgongan.

Hoyr kjak millum Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi, og Christian Andreasen, formann í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763