Trom fær millión úr Eysturkommunu

27.06.2020 - 13:55
Innlendis›Samfelag
Trom fær millión úr Eysturkommunu
-Tað hevur stóran týdning, bæði fyri Eysturkommunu og allar Føroyar, at krimirøðin Trom verður tikin upp í Føroyum, sigur Jóhan Christiansen
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu

Eysturkommuna vil stuðla filmsverkætlanini TROM við einari millión krónum.

-Fyri Eysturkommunu hevur tað stóran týdning, at henda filmsverkætlanin verður veruleiki, og at krimirøðin verður tikin upp í Føroyum, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri.

Tórfinnur Jákupsson hevur skrivað handritið til sjónvarpsrøðina Trom, sum byggir á fýra bøkur hjá Jógvani Isaksen. Tær eru Blíð er summarnátt á Føroyalandi, Gráur oktober, Krossmessa og Norðlýsið.

Tórfinnur Jákupsson er gøtumaður, og tað hevur týdning, nú kommunan hevur gjørt av at stuðla verkætlanini við einari millión krónum, sigur Jóhan Christiansen.

Eysturkommuna vil, at partar av røðini eisini verða filmaðar í kommununi, men lyfti um tað hevur borgarstjórin tó ikki fingið enn.

Ein onnur treyt við millióna stuðlinum úr Eysturkommunu er, at landskassin eisini veitir munandi stuðul til verkætlanina, soleiðis at krimirøðin eisini kann filmast í Føroyum.

Sambært stigtakarunum er tørvur á fýra milliónum krónum í afturberingarstuðli, fyri at krimirøðin skal kunna filmast í Føroyum, og ikki í Íslandi, har hesin stuðul longu er tøkur.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Jóhan Christiansen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890