– Ov tíðliga at stúra

bannari
11.07.2020 - 15:21
InnlendisHeilsa
– Ov tíðliga at stúra
Vit skulu vera ansin, tí korona kann ávirka lungu og heila, men tað er ov tíðliga at verða ørkymlað um langtíðareftirfylgjur av koronu

Í Bretlandi sigur heilsuverkið, at tíggjundi hvør er langtíðarávirkaður av koronu.

Bjarni á Steig, yvirlækni, sigur tó, at tað í heiminum eru skrásettir fáir tilburðir av fólkum, sum hava langtíðarhjáárin eftir tríggjar mánaðir.

 Vit mugu vóna, at øll gerast heilt frísk aftur, men tað vita vit ikki enn. Men vit vita frá øðrum virusum og bakterium, at fólk sum oftast verða heilt frísk aftur, sigur Bjarni á Steig.

Kann hava langtíðareftirfylgjur við sær

Hetta er fyrsta koronavirusið, sum kann hava langtíðareftirfylgjur við sær. Koronavirusið kann ávirka lunguni, men eisini heilan og nervalagið.

Tað sóu læknarnir í Føroyum eisini, tí luktisansurin hjá onkrum var ávirkaður, og onkur hevði kaldar føtur. Í Føroyum er eingin staðfestur við langtíðarhjáárinum, eftir at hava havt koronu.

Um ella tá korona kemur til Føroya aftur, sigur Bjarni á Steig, at tey skulu fyrst og fremst vera til reiðar at viðgera koronu, men eisini mugu viðgera tey, sum eru ávirkað í longri tíðarskeið.

Bretland fer nú at viðgera fólk, sum eru langtíðarsjúk av koronu, og danska heilsustýrið sigur seg arbeiða við tí sama eisini. Tað skrivar TV2.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819