Skulu vera á varðhaldi næstu 14 dagarnar

bannari
30.07.2020 - 16:37
Innlendis›Heilsa
Skulu vera á varðhaldi næstu 14 dagarnar
Sæð úr einum heilsuligum sjónarhorni, hevur Pál Weihe, professari í fólkaheilsu, stúrt fyri ólavsøkuni
Pál Weihe, professari, heitir nú á fólk um at vera ansin næstu dagarnar

Hóast myndugleikarnir staðiliga mæltu fólki til at halda frástøðu á ólavsøku, vóru tilmælini ikki hildin.

Og Pál Weihe, professari í fólkaheilsu, mælir nú fólki til at vera á serligum varðhaldi næstu 14 dagarnar. Eru sjúkutekin, ræður um at venda sær til læknan og vera kannaður fyri koronu alt fyri eitt.

Pál Weihe sigur, at sæð úr einum heilsuligum sjónarhorni, hevur hann stúrt fyri ólavsøkuni.

Hoyr samrøðu, sum Barbara Holm gjørdi við Pál Weihe í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037