100.000 koppsetingar fyri koronu síðani 2020

100.000 koppsetingar fyri koronu síðani 2020
42 fráboðanir hava verið um illgruna um hjáárin, og 18 eru skrásettar sum álvarsamar, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum
100.000 koppsetingar fyri koronu hava verið í Føroyum, síðani tann fyrsta var 30. desember 2020.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.11.2026 - 08:52

100.000 koppsetingar fyri koronu hava verið í Føroyum, síðani tann fyrsta var 30. desember 2020.

42 fráboðanir hava verið um illgruna um hjáárin av koppingarevninum Comirnaty.

18 teirra eru skrásettar sum álvarsamar. 

Fyri eitt fólk, sum var eldri enn 65 ár, var fráboðanin um andlát.

 

Eyðdis svarar Jenisi

Upplýsingarnar eru í svari frá Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu, sum hevur svarað skrivligum fyrispurningi frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni.

Landsstýriskvinnan ger vart við, at talan er um fráboðað hjáárin.

Ikki er staðfest, at samband er millum hendingarnar, sum fráboðanir eru um, og vaksinuna. 

Fimm sjúklingar, tveir menn og tríggjar kvinnur í aldursbólkinum 30 til 50 ár, søktu um endurgjald frá Patienterstatningen fyri hjáárin og skaðar av koppseting fyri koronu. 

Trý mál eru avgreidd. Eingin hevði rætt til endurgjald.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915