Politiken: Jenis er ov opinskáraður

13.08.2020 - 13:38
Innlendis›Politikkur
Politiken: Jenis er ov opinskáraður
Á Christiansborg eru tey vorðin móð av landsstýrismanninum í uttanríkismálum, skrivar danska blaðið
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, er ov opinskáraður, sigur ein greining í Politiken

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, er ov opinskáraður, og tað er ein trupulleiki fyri donsku stjórnina, sum skal stýra millum skerini, nú støðan millum USA og Russland aftur er vorðin spent.

Tað er niðurstøðan í eini greining í danska dagblaðnum Politiken í dag, sum - uttan at nevna keldur - staðfestir, at tey á Christiansborg eru farin at møðast av landsstýrismanninum í uttanríkismálum.

Jenis av Rana hevur tosað við Tine Bramsen, verjumálaráðharra, um ætlanina at seta ein radara upp á Sornfelli.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og samrøðu við Kaj Joensen, tíðindamann á Christiansborg, um málið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025