- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Umráðandi at vera ærlig í tónleikinum
Dania Oddmarsdóttir Tausen er ættað av Toftum, og tað er eisini har áhugin fyri tónleiki byrjaði. Hon hevur sungið nógv í samkomuhøpi, og tað er eisini har, hon hevur fingið dirvið til at trína fram og syngja fyri eini áskoðarafjøld. Men fyri góðum ári síðani flutti Dania til Havnar fyri at ganga í skúla á Fróðskaparsetrinum.
Tað, sum eyðkennir Daniu er, at hon hevur fingist við nógvan ymiskan tónleik. Alt frá gospel til jazz. Tað er eisini tað, sum myndar lyndið hjá 21 ára gomlu toftakvinnuna. Hon er opin fyri øllum.
- Tað, sum er mest umráðandi í lívinum er, at eg eri ærlig í mínum tónleiki og tori at vera eg, sigur Dania Tausen.
Myndina eigur Oddfríður Marni Rasmussen