Føroyar fáa eisini koppingarevni fyri Covid-19

21.08.2020 - 18:00
InnlendisHeilsa
Føroyar fáa eisini koppingarevni fyri Covid-19
Hóast vit ikki eru limir í ES, fáa vit burturav, tí vit eru partur av danska ríkinum
ES-nevndin hevur gjørt avtalu við heilivágsfyritøkuna AstraZeneca, ið tryggjar ES-londunum 300 milliónir eindir av einum koppingarevni fyri Covid-19

ES-nevndin hevur gjørt avtalu við heilivágsfyritøkuna AstraZeneca, ið tryggjar ES-londunum 300 milliónir eindir av einum koppingarevni fyri Covid-19, sum fyritøkan er í holt við at menna.

Hóast Føroyar ikki eru limir í ES, so eru vit kortini ein partur av avtaluni gjøgnum danska kongsríkið.

Danski heilsumálaráðharrin hevur upplýst, at Danmark hevur tryggjað sær koppingarevni til umleið 2,4 milliónir danir, umframt til føroyingar og grønlendingar.

Men hvussu nógv koppingarevni er sett av til føroyingar, er óvist enn, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615