Væntar at 200 fólk fara í arbeiðsloysisskipanina

bannari
31.08.2020 - 14:49
InnlendisSamfelag
Væntar at 200 fólk fara í arbeiðsloysisskipanina
Lønarískoytisskipanin fer úr gildi í dag. Í løtuni fáa gott 600 fólk lønarískoyti
Magni á Deild Olsen er stjóri í Arbeiðsloysisskipanini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Í dag er seinasti dagur, at tað ber til at fáa lønarískoyti eftir skipanini, sum varð sett í verk, tá koronukreppan tók seg upp fyrr í ár.

Í løtuni eru gott 600 fólk í skipanini.

Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, væntar, at eini 200 fólk fara úr ískoytisskipanini í vanligu arbeiðsloysisskipanina.

Ískoytisskipanin hevur kostað ALS 127 mió. kr. Síðani 1. juli hevur landskassin rindað lønarískoytið, umleið 15 milliónir kr.

Hoyr samrøðu, sum Tróndur Olsen gjørdi við Magna á Deild Olsen, stjóra í ALS, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176