Arbeiðsloysið er minkað

07.09.2020 - 11:16
InnlendisSamfelag
Arbeiðsloysið er minkað
Virksemið er nú umleið tað sama sum tað var, áðrenn korona fór at ganga
Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, staðfestir nú, at virksemið í landinum er vaksið aftur

Arbeiðsloysið er minkað seinasta mánaðin.

127 fólk, sum fingu arbeiðsloysisstuðul frá ALS fyri einum mánaði síðan, hava nú fingið arbeiði.

Í løtuni fáa 304 fólk arbeiðsloysisstuðul úr ALS.

Serliga lønarískoytisskipanin fór úr gildi í síðstu viku, men tað ávirkar ikki arbeiðsloysið stórvegis. Umleið 50 fólk, sum vóru í ískoytisskipanini, eru nú í vanligu arbeiðsloyisskipanini..

Í mars, tá løgmaður setti Føroyar niður í ferð, vóru 289 fólk í arbeiðsloysisskipanini.

Virksemið á arbeiðsmarknaðinum sum heild er nú á leið tað sama sum tað var, áðrenn korona fór at ganga.

Hoyr Magna á Deild Olsen, stjóra í Arbeiðsloysisskipanini, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533