Lars og Pál minna fólk á frástøðu

bannari
08.09.2020 - 10:18
Innlendis›Heilsa
Lars og Pál minna fólk á frástøðu
Landslæknin og Koronuráðgevingin minna eisini á tilmælið, um at ikki fleiri enn 100 fólk koma saman í senn
Pál Weihe, professari í fólkaheilsu

Nú konfirmasjónir verða í heyst, heita Lars Fodgaard Møller, landslækni, og Koronuráðgevingin á fólk um at ansa eftir.

Frástøðan skal vera í minsta lagi ein metur og tveir metrar, tá fólk syngja.

Fólk eiga eisini at minnast til, at tey, sum fara úr einari veitslu í aðra, økja um vandan fyri at gerast smittuberar.

Tí verður mælt til at avmarka talið av vitjanum.

Eisini minna Koronuráðgevingin og landslæknin á tilmælið um, at ikki fleiri enn 100 fólk koma saman á sama staði.

Hoyr samrøðu við Pál Weihe, professara í fólkaheilsu, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342