- Eg vil ikki tiga

10.09.2020 - 19:07
Innlendis
- Eg vil ikki tiga
Harðskapur í parlagi útihýsir offrið - tí er tað týdningarmikið, at vit tosa um tað, sigur Durita Fagradal Augustinussen

Nógv orka ikki at melda harðskap frá makanum - og tað skilir Durita Fagradal Augustinussen væl. Hon meldaði fyrrverandi unnustan fyri harðskap fyri tveimum árum síðani.
Tað var sera einsligt - og eingin stuðul var í skipanini.

Løgreglumenninir, sum komu á staðið, trúðu henni ikki, og hon fekk onga kunning um málið, greiðir Durita frá.
Sakførarin Jógvan Páll Lassen gjørdist hennara dyggasti stuðul, sum hon ringdi til í tíð og úrtíð um alt millum himmal og jørð.

Hóast harðan dóm var revsingin treytað.

Harðskapur móti lívsfelaga ella unnustu verður ikki revsaður eins hart og annar harðskapur. Tað er vanligt í slíkum førum, sambært Lindu Hesselberg, ákæra.

Durita Fagradal Augustinussen hevur valt at standa fram við navni, tí hon vil ikki tiga - vit mugu avstigmatisera offur fyri harðskap, sigur hon.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590