Herða eftirlitið og revsingina

13.09.2020 - 16:47
Innlendis
Herða eftirlitið og revsingina
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, heldur, at meira skal gerast við landamørkini, so at rúsevnir ikki koma inn í landið.
Kaj Leo Holm Johannesen

Landsstýrismaðurin umsitur heilsumál, og hann heldur, at meira kundi verið gjørt á fyribyrgingarøkinum. Hann heldur, at eftirlitið skal herðast umframt revsingin. 

Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at vit eisini kunnu læra av íslendingum, sum hava sera fáar trupulleikar av rúsevnum. 

Men sjálvt um landsstýrismaðurin metir, at meira eigur at vera gjørt á fyribyrgingarøkinum, so vil hann tó ikki lova meira pening til økið. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904