Breddin: Samgongan snávar í máli um samkynd

24.09.2020 - 18:35
Innlendis
Breddin: Samgongan snávar í máli um samkynd
Samgongan hevur mist meirilutan - og kann málið um rættindi hjá børnum í samkyndum hjúnarlagi skaka samgonguna?

Ósemja er í samgonguni um rættindi hjá børnum við samkyndum foreldrum.

Skal lógin broytast, so øll vera javnstillað? Ella skal lógin vera sum hon er nú, har børn fødd í samkyndum hjúnarbandi ikki hava somu rættindi sum børn fødd í hjúnarbandi við mammu og pápa.

Spurningurin er um hetta er eitt mál, sum kann skaka stevið hjá tí higartil rættiliga støðugu samgonguni.

Samstundis vísir ein spildurnýggj veljarakanning at samgongan missir meirilutan - serliga Fólkaflokkurin hevur stóra afturgongd - Javnaðarflokkurin hevur stóra framgongd.

Í útvarpsstovuni Bjarni Djurholm - fyrrverandi tingmaður og landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin og Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi tingmaður, landsstýrismaður og løgmaður fyri Javnaðarflokkin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112