Kassin er tómur

24.09.2020 - 18:21
InnlendisSamfelag
Kassin er tómur
Atlantsflog hevur mist gjaldførið og hevur tí brúk fyri nýggjum kapitali frá eigaranum, sum er landskassin, sigur fíggjarserfrøðingurin John Rajani

-Eg rokni við, at nevndin í Atlantsflog fer at biðja um nýggjan kapital. Og tað verður í hundrað millióna klassnum, sigur John Rajani.

Fyrr í dag gjørdist greitt, at almenna tjóðarflogfelagið skal hava nýggjan kapital. Tað váttaði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í løgtinginum, og tað váttar Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog, fyri Kringvarpinum.

Niels Mortensen sigur, at nevndin arbeiðir við eini loysn at leggja fyri eigaran, sum er landsstýrið. Arbeiðið skuldi verið gjørt fyrr í ár, men støðan við korona broytist alla tíðina, og tí verður arbeiðið ikki gjørt fyrr enn nú. Uppskot til loysn verður lagt fyri landsstýrið um eina til tvær vikur.

Ein greining, sum ráðgevarafyritøkan Rajani-Rasmussen gjørdi fyri Kringvarpið í mai mánað, segði at Atlantsflog í ringasta føri kann hava 179 milliónir krónur í undirskoti í ár. Sambært somu greining verður úrslitið fyri 2020 í besta føri 71 milliónir krónur í undirskoti. 

-Sum gongdin hevur verið síðstu mánaðirnar kann roknast við, at undirskotið hjá Atlantsflog verður onkunstaðni millum 120 og 180 milliónir krónur, metir John Rajani. 

Við ársbyrjan var eginpeningurin í Atlantsflog góðar 250 milliónir krónur. Kortini hevur felagið brúk fyri nýggjum kapitali.

-Trupulleikin liggur í gjaldførinum. Við ársbyrjan hevði Atlantsflog umleið 150 milliónir krónur í tøkum peningi. Men nú er kassin um at vera tómur. Og tí er neyðugt við nýggjum kapitali, sigur John Rajani.

Hann vísir á, at tá felagið fer til sín eigara eftir nýggjum kapitali, so verður tað eisini gjørt við framtíðini í huga. 

-Ein slík umbøn til eigaran skal ikki koma ov ofta, og tí hugsar nevndin eisini um, hvussu felagið skal fóta sær aftur í tíðini eftir korona, sigur John Rajani.

Tí metir fíggjarserfrøðingurin, at umbønin verður í "hundrað millióna klassanum."

Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðu við John Rajani.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233