Makrelkvotan er alt ov lítil

28.09.2020 - 14:15
Innlendis›Vinna
Makrelkvotan er alt ov lítil
490 tons røkka einki, tá eitt makreltrol kostar eina millión, sigur Bjarni Petersen, skipari á Arctic Viking
Arctic Viking er einasti rækjutrolari, sum er eftir í flotanum

Í summar hevur skiparin og ein av eigarunum av rækjutrolaranum, Arctic Viking, í køksvindeyganum eygleitt grønlendsku rækjutrolararnar, sum hava landað makrel í Kollafirði.

Arctic Viking fekk 490 tons av makreli, men tað er alt ov lítið til at royna eftir, tí eitt makreltrol kostar eina millión kr, sigur Bjarni Petersen, skipari.

Hann vísir eisini á, at fyrr hevði Arctic Viking loyvi at hava nakað av svartkalva og toski sum hjáveðu, og tað munaði væl. Men nú skal als eingin hjáveiða vera.

Tveir av trolarunum, sum nú verða bygdir til at fiska tosk í Barentshavinum, hava eisini møguleika at fiska rækju.

Hoyr Bjarna Petersen í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
Norðurljóð 2.november 2026
215022
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711