Happing er eitt destruktivt spæl

29.09.2020 - 16:50
Innlendis
Happing er eitt destruktivt spæl
Løgfrøðingur og sálarfrøðingur greiða frá um happing. Nær er happing ólógligt, og hvar gongur markið fyri stuttligum viðmerkingum?
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Nógv kjak stóðst av sokallaða straffbar-listanum á Glasi, sum kom undan kavi fyrst í september mánaða. Tað hevur verið siður, at triðjaflokks-næmingar í miðnámsskúlanum meta um, hvørjir flokkar, næmingar og starvsfólk - við navni - eru "eggiligast". Afturat nøvnunum verða eisini knýttar ymiskar viðmerkingar. Rektari og næmingar á Glasi kalla tað fyri happing.

Í einum telduposti til øll, sum hava sína vanligu gongd á Glasi, fanst rektarin, Steinbjørn Hardlei, at hesi siðvenju. Hann segði tá við útvarpið, at listin fór út um øll mørk og alla anstendigheit. Leiðslan á Glasi setti síðani eina innanhýsis kanning í verk, sum hevði til endamáls at finna upprunan til listan. Eisini var ætlanin at lata málið til løgregluna, sum so skuldi meta um hvørt talan var um eitt lógarbrot ella ikki.

Men tá samanum kom kundi leiðslan á Glasi ikki melda málið til løgregluna. Tað var í øllum førum niðurstøðan, aftaná at skúlin kannaði teir løgfrøðiligu møguleikarnar.

Leiðslan á Glasi kundi also ikki melda málið, men einstøku næmingarnir kundu sjálvir fara til løgregluna um teimum lysti. Men spurningurin er, um tað í roynd og veru er revsivert at skriva niðrandi viðmerkingar um onnur? Um so er, nær er tað ólógligt at happa, og hvar gongur markið?

Hoyr samrøðuna við Katrin Thorsvig Hansen, løgfrøðing, og Katrin av Kák, sálarfrøðing.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190