Koronakanningarnar skulu útveitast

29.09.2020 - 19:15
Innlendis
Koronakanningarnar skulu útveitast
Smyril Line og Thetis skulu standa fyri øllum Korona-kanningum hjá Landssjúkrahúsinum

Heilsuverkið skal ikki longur gera podingar til korona-kanningar.
Tað skulu privatu fyritøkurnar, Smyril Line og Thetis taka sær av.
Tað ætlar sjúkrahússtjórin, Steinar Eirikstoft.

Sambært fráboðan til Dataeftirlitið, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, var ætlanin upprunaliga, at Smyril Line skuldi taka sær av at seta fólk at pota, men at Landssjúkrahúsið skuldi læra fólkini upp.

Hetta er síðani broytt, og nú er ætlanin, at Thetis skal syrgja fyri potingum, starvsfólki og upplæring av teimum, umframt alla útgerð til poting og Smyril Line skal útvega økið og skipa bóking av tíð.

Steinar Eirikstoft er í útvarpsstovuni

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693