Ikki ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur

30.09.2020 - 13:56
InnlendisPolitikkur
Ikki ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur
Andstøðan ger viðmerkingar til fíggjarlógaruppskotið
Kristina Háfoss, fyrrverandi landsstýriskvinna í fíggjarmálum, heldur ikki, at landsstýrið í fíggjarlógini fyri næsta ár rekur ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Nógvar íløgur eru á skránni í fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fram fyrrapartin

Peningur verður settur av til tunlar norður um Fjall, tunnil til Fámjins og dagføringar á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Peningur verður eisini játtaður til Húsarhaldsskúlan, Fjøruvegin í Runavík, innkomuveg í Havn og til Tjørnuvíkarvegin. Eisini eru pengar settir av til bústaðir til menningartarnað og til tey, ið eru bera autismu og eisini til fjølbrekað.

Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, heldur ikki, at talan er um ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk.

Hoyr andstøðuna gera viðmerkingar til fíggjarlógaruppskotið í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512