Koma frægast gjøgnum koronufarsóttina

30.09.2020 - 13:52
InnlendisPolitikkur
Koma frægast gjøgnum koronufarsóttina
Neyðugt verður at tálma vøksturin í rakstrarútreiðslunum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Størri fíggjarligt rásarúm til pensjónistarnar, fleiri yngri læknar útbúgva seg, tríggir nýggir bústovnar, tunlarnir Norður um Fjall og Fámjinstunnilin eru millum høvuðsraðfestingarnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021.

Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri løgtingið um fíggjarlóg fyri næsta ár.

Hallið verður mett til 172 milliónir krónur, men tá er ikki lagt upp fyri møguligum útreiðslum, sum koronufarsóttin fer at hava við sær, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

Hagtøl um arbeiðsloysi, løntakarar og inn- og útflutning benda á, at føroyski búskapurin er millum teir í vesturheiminum, sum helst koma frægast gjøgnum koronufarsóttina, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.

Jørgen Niclasen var gestur í útvarpsstovuni í tíðindunum klokkan 12.20. Hoyr samrøðuna, sum Uni L. Hansen gjørdi við hann.

 

Sí myndir úr Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, har tíðindafundur var um fíggjarlógina 2021.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489