- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ynskja sær nýtt Kvinnuhús
Í dag hevur Kvinnuhúsið 30 ára føðingardag. Hesi seinastu tredivu árini hevur Kvinnuhúsið hjálpt neyðstøddum kvinnum, ið eru fyri sálarligum, kropsligum og fíggjarligum harðskapi. Metnógvar kvinnur hava sett seg í samband við Kvinnuhúsið í ár - Og tí er tað alneyðugt at hava eitt Kvinnuhús í Føroyum, heldur Ann-Britt Mortensen, leiðari í Kvinnuhúsinum.
Umstøðurnar í Kvinnuhúsinum kundu tó verið betur. Hølini eru óbroytt seinastu 30 árini, og tað er ein vansi at búgva til leigu, um ein nú knappliga verður uppsøgd. Dreymurin hjá Ann-Britt Mortensen er at Kvinnuhúsið kann flyta í egið hús. Men enn er langt á mál, tí bústaðartrotið í Føroyum ger, at sethúsamarknaðurin er dýrkaður nógv.
í 20 ár hevur Kvinnuhúsgrunnurin savnað pening saman, so Kvinnuhúsið einaferð kann seta føtur undir egið borð. Í løtuni hevur grunnurin 1,8 milliónir á bók. Men tað er ikki lætt at keypa eini nøktandi sethús fyri teir pengarnar.
Hoyr samrøðuna við Ann-Britt Mortensen, leiðara í Kvinnuhúsinum, og Poulu Patursson, nevndarforkvinnu í Kvinnuhúsfelagnum.
Sí eisini